30.000 fleiri ferðafólk við Strandferðsluni

Ferðafólkatalið hjá SSL er økt munandi í ár í mun til í fjør

 

Fyrra hálvár í ár ferðaðust 299.477 fólk við skipunum hjá Strandferðsluni. Tað er ein øking á 30.601 í mun til í fjør, tá talið á ferðandi var 268.876 fyrra hálvár. Tað vísa hagtøl hjá Strandfaraskipum Landsins.

 

Talan er um stóran vøkstur á øllum leiðunum uttan á Skúvoyarleiðini, har ferðafólkatalið er lækkað úr 1863 til 1606.

 

Størsta økingin er á Nólsoyarleiðini, har heili 8.428 fleiri fólk hava keypt ferðaseðil í ár. Fyrra hálvár í fjør ferðaðust 38.910 fólk við SSL um Nólsoyarfjørð, og higartil í ár er talið 47.338.

 

Á Suðuroyarleiðini er talið hækkað úr 109.214 til 116.880 ferðandi, ein øking upp á 7.666 fólk. Yvir 5.000 fleiri hava ferðast um Skopunarfjørð við SSL, úr 89.565 fyrstu seks mánaðirnar í 2015 til 94.818 í 2016.

 

3.283 fleiri fólk hava vitjað Kalsoynna, meðan 2.388 fleiri fólk hava vitjað Svínoy. Sambært jn.fo hava eisini yvir 3.000 fleiri ferðafólk vitjað Mykines á Mykinesleiðini, sum er privat og tí ikki partur av yvirlitinum hjá SSL.

 

Eisini frá 2014 til 2015 var stórur vøkstur í ferðafólkatalinum hjá SSL, men tó ikki nær námind tann sami, sum tað hevur verið í ár. Stívliga 10.000 fólk fleiri ferðaðust við SSL fyrra hálvár í 2015 í mun til í 2014. Tá vóru tað Sandoyarleiðin, Kalsoyarleiðin og Nólsoyarleiðin, sum høvdu fleiri ferðandi, meðan færri nýttu høvi at vitja Svínoy og Suðuroy.