Vesturlendskar fregnartænastur vilja vera við, at umleið 30.000 irakskir hermenn eru rýmdir úr herinum, tí teir vilja ikki verja Saddam Hussein ímóti einum amerikanskum álopi.
Ein talsmaður hjá bretsku herleiðsluni sigur, at nógv-ir irakskir hermenn eru ræddir, tí teir vita, at irakski herurin hevur ongar møguleikar at standa seg ímóti teimum væl útgjørdu amerikansku og bretsku hermonnunum, sum eru í Kuwait, og sum bert bíða eftir boðum um at leypa á Irak. Hinvegin er einki, sum bendir á, at nakar er rýmdur úr tjóðarhirðini, sum er nógv tann sterkasti parturin av irakska herinum.
The Times skrivaði mánadagin, at nakrir irakskir hermenn vóru komnir til eina bretska herdeild á kuwaitiska markinum, har teir ætlaðu at geva seg yvir, men at hermenninir fingu boð um at venda aftur. Teir kundu koma aftur seinni, vóru boðini sambært The Times.