3 umsøkjarar til prestastarvið í Hvalvík

Enn er ikki avgjørt, hvør verður settur í prestastarvið í Hvalvík, sum her fyri varð lýst leyst at søkja

Hvalvík:
Kirkjuráðið í Hvalvík hevur avgjørt at tosað við tveir av teim trimum umsøkjarunum, sum hava søkt um prestastarvið í Hvalvík.
Hetta verður gjørt á einum fundi, har kirkjuráðið hevur møguleika at koma at kenna umsøkjararnar betur. Enn er ikki avgjørt, nær hesin fundur verður, men væntandi verður hetta í heilt skjótt.
Tá kirkjuráðið hevur tosað við umsøkjararnar, verður ein innstilling til prestastarvið gjørd, og hendan verður so send Kirkjumálaráðnum til góðkenningar.
Síðan verður tosað aftur við umsøkjaran, sum fær starvið, og eftir avtalu við hann verður so endaliga kunngjørt, hvør hesin er.
Tann nýggja lóggávan gevur kirkjuráðnum betur stundir at finna útav, hvør tann rætti er til starvið.
Í gomlu lóggávuni skuldi innstillingin til prestastarvið verða liðug, longu tvey samdøgur eftir fundin millum kirkjuráðið og umsøkjararnir.
Men í nýggju lóggávuni kunnu ganga heilar seks vikur, áðrenn nøkur innstilling verður gjørd.