3 rættir og Deiggj omaná í Fuglafirði

Leygarkvøldið verður stór summarveitsla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, við trý rætta matskrá, undirhaldi við Hera Jakobsen og dansi við Deiggj omaná.

Tað er Fuglafjarðar Sjónleikarfelag, ið skipar fyri tiltakinum. Deiggj hevði eina sera væleydnaða framførslu á Asfalt festivalinum, fríggjakvøldið, men hava annars seinnu árini mest virkað sum dansibólkur. Deiggj hevur fyri tíðina nógv Gasolin løg á skránni, men bólkinum dámar eisini væl at spæla tann klassiska rokkin hjá t.d. Uriah Heep, Deep Purple og Cream. Eisini Fleedwood Mac, Rolling Stones,  Kári P. Jethro Tull, Styx, Creedens, Kræklingar, Frændur. Sjálvandi spælir Deiggj eisini løg av LP´ini "Fróði og Deiggj" og onkur nýggjari løg, sum Deiggj hevur skrivað.
Tað ber til at tekna seg til borðhaldið á tlf 744012 áðrenn hósdagin kl. 17.00.  Almennur dansur byrjar leygarkvøldið á midnátt. Aldursmark er 18 ár. Skal kunna prógvast.