3 minuttir úr Havn til Nólsoyar

Seinnapartin mánadagin fóru teir báðir djørvu garparnir, Atli og Sveinur, sum ætla at sigla til Danmarkar á vatnskutara, teirra fyrstu royndartúrar við maskinunum, sum komu til landið mánamorgunin

Vatnskutararnir komu til landið við Norrønu mánamorgunin. Og seinnapartin klokkan trý sjósettu teir maskinurnar fyri fyrstu ferð. Hetta hendi á Argjum.
Eftir at hava roynt tær eina lítla løtu á Havnarvág fóru teir víðari við teimum. Teir tóku tíð fyri at vita, hvussu langa tíð tað tók at sigla av Argjum til Nólsoyar.
? Eg hugdi at klokkuni hjá mær, tá eg fór avstað. Setti fulla ferð á, og burtursæð frá tí, at hon fleyg einar tvær ferðir úti á firðinum, so gekk tað fínt, og júst tríggjar minuttir seinni var eg í Nólsoy, greiðir Atli frá. Hann og Sveinur royndarsigldu maskinurnar í nærum átta tímar mánadagin, so hann viðgongur, at hann var nakað eymur í kroppinum dagin eftir.
Atli sigur, at teir høvdu vónað at kunna gera túrin áðrenn Ólavssøku, men teir hava hugt at streymviðurskiftunum í Føroyum. Og talvan vísir, at bestur viðurskiftini eru tann 23. juli, og tá náa teir ikki at verða aftur í Føroyum á Ólavsøku, so teir hava gjørt av, at teir fara ikki fyrr enn eftir Ólavssøku.
? Vit hava eisini brúk fyri at gera hetta eitt sindur størri og marknaðarføra tað betur, so hetta gevur okkum eisini betur stundir til tað, sigur Atli.
Mánadagin sigldu teir inn til Runavíkar og haðani frá heilt inn í Skálabotn. Veðrið var sera gott, men Atli sigur tó, at tað ikki var tað besta. Og hann letur stak væl at maskinunum.
? Tær vístu seg at vera stabilar og góðar. Sjálvt tá vit komu í nakað av sjaski við Hoyvíkshólmin eftir, at vit høvdu spælt okkum eina løtu á Kaldbaksfirði, bilti tað onki fyri maskinuna, sigur hann.
Teir sigldu so gott sum allan mánadagin á tamb á maskinunum. Teir fóru ikki av aftur teimum, fyrr enn klokkan leið móti hálvgum ellivu um kvøldið. Men tá vóru teir eisini deyðatroyttir.
? Vit brendu einar 70 litrar av bensini mánadagin, men hesin royndartúrurin var bara fyri, at vit skuldu læra maskinurnar at kenna. Vit fara sjálvandi at venja meira og gera onkran langan royndartúr afturat, sigur Atli S. Petersen. Og hann leggur afturat, at teir, nú teir hava roynt maskinurnar, eru nógv tryggari við túrin enn frammanundan, tí tær vístu seg at vera betur, enn teir høvdu væntað.

G-festivalur
Ein tílík verkætlan, sum teir báðir eru farnir í holt við, er ikki ókeypis. Og teir gera ymiskt fyri at útvega pening til hana. Millum annað hava teir í samstarvi við Kall upprættað eitt telefon nummar, 901500, har fólk kunnu ringja inn. Uppkallið kostar 50 krónur, men er so samstundis ein lutaseðil, har fleiri góðir vinningar eru at vinna. Millum annað ein Apex-ferðaseðil úr Føroyum til Danmarkar og aftur, ein fartelefon við talutíðar korti frá Kalli og nógvir aðrir vinningar eisini.
Harafturat verða hesar maskinurnar at síggja á G-festivalinum, sum verður í Gøtu vikuskiftið 18. ?20. juli. Har fara fólk fyri ein bíligan penga at sleppa at royna maskinurnar. Ikki sigla sjálvi við teimum, men sita uppiá. Somuleiðis fara teir at hava vatnskíðir og sleipupútu við, so tey sum ikki hava hug at sita uppiá, kunnu royna okkurt annað við hesum maskinunum.
Yvirskotið av øllum, sum kemur inn til hesa verkætlanina, fer óskert til tey rørslutarnaðu.