3 milliónir krónur til politisku flokkarnar

Stuðul til parlamentariska arbeiðið kallast kontoin, sum veitir politisku flokkunum stuðul til floksskrivarar.

 

Stuðulin verður veittur sambært reglugerð um stuðul til flokkarnar á tingi og um løn til floksskrivarar, so sum samtykt á formansskapsfundi 25. januar 2000, og síðan broytt nakrar ferðir.

 

Seinast broytt í 2015, tá sett var í verk skipan við stuðuli til hvønn einstakan tingmann, so hesir kunnu menna sínar førleikar at røkja tingsessin.

 

Játtanin er tríggjar milliónir krónur í ár, og tað verður hon eisini næsta ár sambært fíggjarlógaruppskotinum. Og tað væntar landsstýrið eisini framyvir, tí bæði í ætlanini fyri 2018 og 2019 stendur talið tríggjar milliónir krónur.