Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava avtalað at taka samráðingarnar uppaftur um nýggja sáttmálan.
Eftir ætlan hittast partarnir aftur við samráðingarborðið 3. juni.
Seinasti fundur millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið var 3. mars í ár. Støðan við koronu gjørdi, at steðgur kom í samráðingarnar.
Sambært Súna Selfoss, formanni í Starvsmannalfelagnum, vóru partarnir nær við at gera semju, tá neyðugt var at hava steðg í samráðingunum, skrivar kvf.fo