Í morgun kann ?Morgunroðin? aftur bjóða uppá tvær spennandi spurnarkappingar Trý arbeiðspláss í Havn, og eitt á Toftum fara at royna seg í Firmakappingini hjá Rás2 í morgun. Morgunroðin bjóðar fyrst uppá ein dyst millum Vøruhúsið á Hjalla og Hvonn. Henda kappingin verður kl. 10.15.
Kl. 11.15 verða tað Gráa Pakkhús hjá Skipafelagnum og Landingarmiðstøðin á Toftum, sum fara at kappast um at sleppa í fjórðingsfinaluna.