3 havfrýr í ein størri sal

Konsertin við Eivør, Guðrun og Lenu, sum skal vera í Keypmannahavn 4. juni, er nú útseld. Men enn standa nógv á bíðilista, og tí vóna fyrireikararnir at sleppa í eina størri konserthøll

750 atgongumerki eru nú seld til konsertina, sum Kvinna skipar fyri, við trimum havfrúgvum í Keypmannahavn. Men enn er áhugin sera stórur, og tí er avgjørt at royna at fáa eitt størri høli.
Størra hølið er tó treytað av, at fleiri fólk veruliga eru áhugað at koma. Tí hevur Kvinna gjørt ein bíðilista.
Um 350 fólk afturat seta seg á bíðilistan til konsertina áðrenn kl. 10 fríggjamorgunin, so verður konsertin flutt úr høllini, ið tekur 750 fólk, og yvir í høllina, sum tekur 1800 fólk.
Tekningin er bindandi, men um ov fá fólk tekna seg, og konsertin tí ikki verður flutt í størru høllina, verður einki gjald tikið.
Fríggjamorgunin kl 11. verður kunngjørt á www.kvinna.fo og á www.3havfruer.dk, hvørt konsertin verður flutt ella ikki.