3. hálvleikur á skránni

Fimta umfar í Formula deildini er á skránni í kvøld, og Rás2 fer at taka saman um í sendingini 3. hálvleikur.

Heri Simonsen verður vertur í sendingini, sum fer í luftina klokkan átta. Sent verður í ein tíma, og tað verður greitt frá og í viðmerkingum og samrøðum tikið saman um í øllum plássunum, har tað verður spælt - í Klaksvík, í Runavík, á Skála, í Streymnesi og í Gundadali.

Tá ið sendingin fer í luftina verður tað framvegis spælt á Skála, har 3. hálvleikur fer at fylgja við síðsta korterið.