3. Hálvleikur á Rás2 sunnudagar

Sendingin ?3. hálvleikur? verður hvønn sunnudag meðan kappingin í Formuladeildini. Sendingin byrjar kl. 17, og kemur at vara til kl. 19. Opnað verður fyri sms-skipanini so viðhaldsfólk hjá øllum feløgum kunnu sms´a sína gleði ella ónøgd inn.Sms-nummarið verður 559999 Gestir koma í studio, og vertirnir fara at ringja runt til leikarar, venjarar, fjepparar og nevndarlimir kring landið. Og sjálvsagt verður eisini nógvur tónleikur at hoyra.