3. hálvleikur í luftina

Sendingin byrjar klokkan 17, og har verður størsti denturin lagdur á dystirnar í 4. umfari av Formula-deildini.

Men eisini verður hugt at, hvussu føroysku fótbóltsútisetarnir hava staðið seg um vikuskiftið, og sjálvandi frætta vit frá onkrum teirra.

 

Og so er sjálvandi eisini høvi hjá lurtarunum at vera við í sendingini. SMS-boð kunnu sendast til 559999, og verða hesi lisin upp í sendingini. Bestu SMS´ini verða hartil prentað í mánadagsútgávuni av Sosialinum.