3% færri um floghavnina

Fyri fyrstu ferð í 14 mánaðar er ferðafólkatalið minni enn sama mánaði árið frammanundan. Í mai í ár eru 19.333 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 3,2% færri enn í mai í fjør, tá talið var 19.975, skrivar stendur at lesa á heimasíðuni hjá Flogvøllinum. Í mai hevur verið afturgongd á øllum farleiðum uttan til Danmarkar, har ein lítil vøkstur hevur verið uppá 1,4%. Á Noregsleiðini hevur afturgongdin verið 46,6%, Íslandsleiðini 26,6%. Stórabretland hevur havt sama ferðafólkatal.