3?arin um at vera klárur

Hóast ?Gentan, sum spældi við eldin? framvegis gongur í biografunum, so verður í hesum døgum seinasta hond løgd á 3´aran í røðini, ?Hugborgin, sum sprongdist?. Seinasti partur av røðini um Salander og Blomqvist kemur í biografarnar 27. november -um tveir knappar mánaðir. Og endabresturin av triologiini hjá Stieg Larsson, fer ikki at skuffa.

 

- Tað verður ikki fyri sartar sálir, sum fer at fara fram í seinasta filminum. Tá sleppur Salander endiliga at gera upp við fortíðina og samfelagið. Her frætta vit um øll hennara loyndarmál, og vónandi verður hon eitt frítt menniskja eftir hesa uppgerðina, sigur Daniel Alfredsson, sum hevur framleitt 2?aran og í hesum døgum leggur seinastu hond á 3?aran.

 

Tveir teir fyrstu filmarnir hava verið ótrúliga væl umtóktir, og tað er í stóran mun Noomi Rapace og Lisbeth Salander at takka. ? Mátin, sum Rapace spælir Salander er ótrúliga sannførandi og sterkur. Man trýr henni, hóast hetta jú í veruleikanum er eitt slag av ævintýri. Lisbeth Salander er jú eitt menniskja, sum kann alt, og tað er í stóran mun ein bardagi ímillum tað ónda og tað góða. Tað eru hennara loyndarmál, sum tykjast so ótrúliga dragandi, heldur Alfredsson.

 

Hóast filmirnir hava verið framúr væl umtóktir, ætlar Daniel Alfredsson ikki at gera fleiri.

- Nú Stieg Larsson ikki ger fleiri søgur um Salander og Blomquist, eru tey farin í søguna. Eg vænti ikki, at nakar annar kann taka yvir og halda fram at skriva um tey. Larsson var tann einasti av sínum slagi, sigur filmsstjórin.