Eydna Skaale
Fyri mannfólkini endar tað ofta við eini bukett av rósum til makan, og tølini siga, at í dag verða fleiri enn 100 mió reyðar rósur seldar um allan heim.
Tað tykist eisini vera týdningarmikið, serliga fyri konufólkini, at fáa rósur - og tølini vísa, at fleiri enn 15% av øllum konufólkum senda blómur til sín sjálvs á valentines degnum.
Men dagurin snýr seg ikki bara um romantikk, hann er eisini stak góður fyri sølutølini. Ein stór kanning vísir, at fólk í øllum heiminum fara at keypa valentinesgávur fyri í miðal 429 kr, og um allan heim verður upphæddin, sum verður brúkt til gávur, góðar døgverðar, góðgæti, vín og blómur tilsamans 3,6 milliardir kr.
So er spurningurin bara, hvussu nógvar av teimum krónunum, vit nýta til at forkela hvønnannan her í Føroyum.










