Hetta upplýsa heilsumyndugleikarnir í býanum sambært The New York Times.
Orsøkin til at talið er endurskoðað er, at myndugleikarnir hava gjørt av at íroknað tey fólkini, sum verða hildin at vera deyð av Covid-19, sjálvt um tey ongantíð hava fingið ávíst smittu við koronavirus.
Yvir 25.000 koronasmittað eru nú deyð í øllum USA, vísir seinasta uppteljingin hjá Johns Hopkins University.
Samstundis nærkst talið av staðfestum smittaðum nú 600.000. Sambært John Hopkins University er talið í løtuni 598.670ø
Talið er tvífaldað upp á eina viku, skrivar tíðindastovan Reuters. USA er tað landið í heiminum, sum hevur flest smittutilburðir og andlat undir koronafarsóttini.











