Síðstu fimm árini er talið av løntakarum vaksið við 3.500 ella 15%, skrivar Hagstovan.
Um broytingina frá 2013 til 2018 kann samanfatandi nevnast, at
- millum kynini vóru 476 fleiri mannfólki enn konufólk í vøkstrinum,
- nógv størsti vøksturin var í høvuðsbólkinum ‘Byggivinna o.o. tilvirking’, ið vaks 3-4 ferðir so nógv sum hinir,
- tríggir fjórðingar av løntakarunum í almennum o.ø. tænastum eru konufólk - í byggivinnuni eru yvir 90 % mannfólk,
- eftir aldri er størsti vøksturin hja teim 25-39 ára gomlu, men lutfalsliga er størsti vøksturin hjá teim 67-74 ára gomlu,
- eftir sýslum er størsti vøksturin í Streymoyar sýslu, men lutfalsliga er hann størstur í Vága sýslu,
- eftir tjóðskapi eru 86% av løntakarunum fødd í Føroyum – 95% hava danskan ríkisborgaraskap.
Bæði hjá monnum og kvinnum er løntakaratalið vaksið hesi árini. Árini 2014-18 er talið vaksið við 600-800 løntakarum árliga. Talið av mannligum løntakarum er økt við 2.028 úr 12.094 upp í 14.122 ella við 17% síðani 2013. Talið av kvinnuligum løntakarum er samstundis økt við 1.552, úr 11.471 upp í 13.043 ella við 14%. Gongdin hjá báðum kynum hevur verið rættiliga lík, men serliga í 2015 var frávik frá gongdini, har fleiri konufólk enn mannfólk vóru í vøkstrinum.










