Heita tunnilskjakið í summar bleiv nærum til ein trúarspurning, har hvør parturin tvíhelt um síni egnu tøl. Men meðan samgongan í summar helt fast um privatu tunnilsloysnina, so er vent í holuni. Bæði við politikkinum og tølunum.
Landsstýrið arbeiðir nú eftir einum tilmæli um Eysturoyartunnilin, framleitt av ”Tilmælisbólkinum fyri Eysturoyartunnilin.” Politisku avgerðirnar skulu byggjast á hesi tilmæli, her skulu svarini finnast.
Og tað er ein greiður boðskapur, ið bólkurin leggur fyri politikararnar. Privata tunnilsloysnin er nógv tann dýrasta fyri brúkaran og harvið samfelagið. Ítøkiliga er privata tunnilsloysnin 3,5 milliardir krónur dýrari fyri brúkaran, næstu 30 árini.
Arbeiðsbólkurin tekur støði í, at Eysturoyartunnilin kostar 1,2 milliard krónur at gera. Somuleiðis verður roknað við, at tað almenna kann læna til eina rentu á 3,5 prosent, meðan tað privata lænir til rentu á fimm prosent. Aðrar loysnir, alment fartafelag ella alment-privat samstarv, vilja kunna læna pengar til eina rentu á 4,5 til fimm prosent. Hinvegin vil ein privatur íleggjari altíð leggja prísstøðið soleiðis til rættis, at ”hann vil optimera eftir hægst umsetningi,” sum arbeiðsbólkurin orðar seg. Arbeiðsbólkurin roknar við, at tað fer at kosta 100 krónur hvønn vegin at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, um hann verður privatur.
Ikki landskassan
Hóast tað er bíligast fyri brúkaran, so mælir arbeiðsbólkurin frá at tað almenna sjálvt ger tunnilin, eins og tað almenna til dømis ger við Viðareiðistunnlinum. Tað vil siga, at tunnilin hevur sína konto á fíggjarlógini.
Arbeiðsbólkurin argumenterar við, at tað kanska ikki fer at kennast rættvíst hjá øðrum borgarum, um so er at verkætlanin verður fíggjað yvir skattin. Eisini verður víst á, at líkareglan verður ikki hildin, tá hinir báðir undirsjóvartunnlarnir jú eru skipaðir í almennum partafeløgum. Men samanumtikið verður ikki roknað við, at tað fer at ávirka sonevndur ”ratingina” hjá almennu Føroyum, um so er at landskassin sjálvur stendur fyri íløguni.
Sambært arbeiðsbólkinum kann prísurin koma niður á 32 krónur fyri túrin, um so er at tað almenna sjálvt stendur fyri tunnlinum.
Alment partafelag
Tað kemur greitt til sjóndar, at arbeiðsbólkinum dámar best loysnina við einum almennum partafelag. Víst verður á, at tunnilin er hildin uttan fyri fíggjarlógina. Roknað verður við, at fólk fara at halda hetta vera ein rættvísa loysn, tí soleiðis hevur samfelagið valt at fíggja hinar báðar undirsjóvartunnlarnar. Tó verður tað 198 milliónir krónur dýrari fyri brúkaran næstu 30 árini, um tunnilin verður gjørdur av einum almennum partafelag. Tað merkir, at tað fer at kosta 34,25 krónur at koyra ein túr gjøgnum tunnilin, og harvið verður samfelagsnyttan eitt vet minni, enn um landskassin stóð fyri arbeiðinum.
Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta 1,2 milliard, og arbeiðsbólkurin roknar tað fyri lítið sannlíkt, at landið megnar at skjóta 60 prosent av íløguni inn við játtanum á fíggjarlógunum yvir nøkur ár, eins og gjørt varð við Vága- og Norðoyatunnilin. Arbeiðsbólkurin skjýtur tí upp at skjóta ein part av eginpeninginum úr hinum báðum tunnilsfeløgunum inn í nýggja tunnilin.
Alment privat
Ber ikki til at gera Eysturoyartunnilin í einum almennum partafelag, so er næstbesta loysnin at fáa privatar íleggjarar við í eitt alment-privat samstarv (APS). Eitt samstarv, har leisturin er at kalla tann sami sum við almenna partafelagsleistinum, men har tað almenna og privata býta íløguna millum sín. Arbeiðsbólkurin dugir tó enn ikki at siga, hvussu nógv dýrari ein slík loysn verður fyri brúkaran, sammett við almennu alternativini. APS-loysnin kann í besta føri vera líka bílig sum almenna partafelagsloysnin, og í ringasta føri vera líka dýr sum privata loysnin. Tað valdast, hvør avtala fæst í lag.
FAKTA:
Arbeiðsbólkur:
Róaldur Jákupsson
Tórir Michelsen
Hans Albert Hansen
Stýrisbólkur:
Rúni Joensen
Kaj Johannesen
Bjarni Askham Bjarnason
Bjørgfríð Ludvig
Pól Edvard Egholm
Petur Petersen
Marjun Hanusardóttir
Ewald Kjølbro
FAKTA
- so nógv er sett av til undirsjóvartunnlar
Eysturoyartunnilin:
Seks milliónir krónur eru settar av á fíggjarlógini fyri 2013, og ætlanin er at seta seks milliónir krónur av í 2014. Pengarnir skulu brúkast til at fyrireika útbjóðing av verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin.
Til Sandoyartunnil verða 5 mio?. kr. settar av i? 2014 og i? 2015. Si?ðan hækkar ja?ttanin til 25,0 mio? kr. i? 2016, og til 35 mio? kr. i? 2017. I? 2020- 2024, hækkar ja?ttanin til 50,0 mio? kr. Samanlagt 390 mio? kr. i? ti?ðarskeiðinum 2014 – 2024. Endama?lið er at fyrireika og byggja Sandoyartunnilin.
Kelda: búskaparfrágreiðing 1, mars 2013