3,5 mió krónur frá deyðsbúgvi

Noreg: Tvær systrar í Stavanger testamenteraðu herfyri ognir sínar til norska missiónsfelagsskapin Misjonssambandet.

- Hetta er ein av allar størstu gávunum sum vit nakrantíð hava fingið, sigur Hans Kristoffer Goa, sum tekur sær av arvamálum í felagsskapinum. Peningurin fer til missiónsarbeiðið kring heimin. Systrarnar hava sum trúfastar missiónskvinnur gingið til tiltøk hjá Misjonssambandet, og vildu nú stuðla við hesi ovurhonds stóru gávuni.