Beint eftir at svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh, varð myrd, stvonaðu sosialdemokratiski flokkur hennara ein minnisgrunn í hennara navni.
Endamálið hjá grunninum er at stuðla teimum, sum eru sinnað at virka fyri teimum politisku hugsjónunum, sum Anna Lindh stríddist fyri. Talan er í fyrsta lagi at virka øllum harðskapi og at stuðla teimum, sum arbeiða fyri demokratii og mannarættindum kring heimin.
Grunnurin hevur fingið góða undirtøku, og higartil hava fólk og stovnar goldið umleið hálva fjórðu milliónir krónur í grunnin.