Arbeiðstoymini, ið gera nýggja Eysturoyartunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið, hava nú sprongt 7.770 metrar av teimum 11.250 metrunum, ið tunnilin eftir ætlan verður. Sostatt eru einans 3.480 metrar eftir at spreingja.
Í seinastu viku vóru 138 metrar sprongdir og var tað serliga frá rundkoyringini móti Hvítanesi, at framgongd var at síggja. Upplýst verður, at har hava færri lekar verið og tí hevur arbeiðið gingið skjótari enn áður. Á hesum teininum blivu 42 metrar sprongdir.
- Skotið hevur verið varliga Hvítanes megin, av tí at tunnilin gongur gjøgnum eina gong í hesum øki. Komið er nú framvið gongini, skrivar tunnilsfelagið um arbeiðið á Hvítanesi, har 41 metrar vóru sprongdir.
Síðstu 35 metrarnir vóru sprongdir frá rundkoyringini móti Rókini, har ymiskt annað arbeiði eisini hevur verið gjørt í seinastu.
- Arbeiðið við Rókina gongur framá. Á myndini hómast tunnilsmunnin, har skotið er einar 20 metrar inn í fjallið, so farast kann undir at stoypa portalin til tunnilin. Skeltini eru komin upp sum vísa vegin til Havnar, skrivar tunnilsfelagið á Facebook.










