Ovastevna er í hæddini, og seinnapartin er nógv fólk komið til bygdar. Strandfaraskipið Ternan siglir við stuttum millumbilum um fjørðin, og bátar sigla eisini við fólki.
Ein av bátunum, sum er byrjaður at sigla um fjørðin nú seinnapartin, er skjóttgangandi báturin, Tornado, sum siglir av Kongabrúnni.
Fyri løtu síðan kom undirritaði út um fjørðin við Tornado. At sigla við skjóttgangandi báti er altíð eitt upplivilsi, og túrurin millum Havnarmola og pierin í Nólsoy í dag tók bert 3 minuttir og 38 sekund!
Kostnaðurin at sigla við Tornado um Nólsoyarfjørð er 100 kónur.
Skiparin á Tornado sigur, at siglt verður um Nólsoyarfjørð so leingi, sum fólk eru at flyta.
Veðrið í Nólsoy er frálíkt. Tað er rættiliga lýtt, turt og ljóst veður, og eingin gongur kaldur, svangur, ei heldur tystur.