Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
---
Tey flestu munnu vera komin yvir, at okkara kæra A-landslið í fótbólt fekk ein sannan avsmurning í Eysturríki tann 22. mars. Av sonnum duga Eysturríkar annað enn at standa á skí. Eingin, heldur ikki leikarar og landsliðshópurin annars, mann vera nøgdur við eitt slíkt tap, men um nakað sum helst jaligt kann fáast burturúr lagnudystinum, so er tað tann sannroynd, at allir mans fara at gera nógv fyri, at hetta ikki hendir aftur.
Nógv fólk hava givið sína meining um dystin til kennar. Vantandi stríðasandi, dovnir leikarar, manglandi orka, skeivur bruttohópur og so framvegis og eftir dystin hava fleiri eisini ført fram, at landsliðsvenjarin átti at vera koyrdur.
Einaferð meðan fótbóltslegandan Kevin Keegan var enskur fótbóltslandsliðsvenjari varð hann spurdur, um tað ikki varð torført arbeið, at verða enskur landsliðsvenjari. Kevin Keegan svaraði avgjørdur noktandi til spurningin, tí sum hann segði, so vóru tað jú í túsundavís av serfrøðingum, ið sóðu hvønn dyst, og sum vóru fúsir at geva ráð. Nakað soleiðis er tað eisini við okkara fótbóltslandsliði, og hetta sæst serliga, tá tað hevur gingið minni gott.
Uttan at taka nakað frá okkara landsliðsleikarum, so eru teir reinir amatørar (skilt á tann hátt, at teir allir hava annað arbeiði), ið skulu dystast móti topp professionellum leikarum, ið ikki hava annað at hugsa um, enn at spæla fótbólt. Tí er kappingin ongantíð á jøvnum føti og møguleikin hjá okkara monnum vil altíð vera evarska lítil fyri at fáa gott úrslit. Hetta gloyma teir flestu sjálvútnevndu serfrøðingarnir ferð eftir ferð.
Fótbóltslandssliðið er sera týdningarmikið fyri Føroyar á nógvan hátt. Eingin ivi mann vera um, at fótbóltsdreingirnir eru besta branding av Føroyum og eru størsta orsøk til, at Føroyar eru kendar uttanlands. Endamálið við landsliðnum er sjálvandi ikki at branda Føroyar, men heldur at menna føroyskan fótbólt við at luttaka á aljtóða stigi. Og føroyskur fótbóltur er veruliga mentur seinnu árini, millum annað av tí at leikararnir fáa størri ítróttarligar avbjóðingar.
Tíverri er áhugin fyri landsliðnum kortini minkaður seinastu árini. Ein háttur at økja áhugan fyri landsliðsfótbólti og føroyskum ítrótti annars er at geva føroyingum møguleikan at síggja ítróttin í egnari stovu. Einasti miðil til hetta er í løtuni sendingin 3-2, ið mann vera tann sending, ið hevur breiðast og størst áhuga millum føroyingar. Tí er tað allan heiður verdan, at ÍSF og Kringvarpið í felag hava funnið pragmatiska loysn, ið framhaldandi ger tað møguligt hjá ítróttaráhugaðum føroyingum at síggja føroyskan ítrótt á sjónvarpsskíggjanum.
Spurningurin er um Kringvarpið ikki átti at farið fetið víðari, í samstarvi við aðrar miðlar og fíggjarligar stuðlar í Føroym, og sent enn meira live frá føroyskum ítrótti. Er yvirhøvur nakar samanhangur millum sølu at redatiónsrætti og stuðlaðum ítróttarsendingum? Tørvur er ikki á atfinningarsomum journalistikki, tá ein ítróttarhending verður endurgivin. Tørvur er hinvegin á, at so nógvur ítróttur sum gjørligt verður sendur. Hetta eggjar ungdómin at íðka og er annars eisini ítróttinum til frama. Nógvir føroyingar eru uttan iva takksamir fyri, at Dia og Petur Elias hava gingið nýggjar leiðir og á hendan hátt syrgt fyri, at frálíka sendingin 3-2 framhaldandi er á skíggjanum. So kunnu vit annars bara filosofera um hetta eisini fer at geva fótbóltslandsliðnum betri úrslit...