3.173 fólk hava skrivað undir eitt talgilt mótmælisskriv, sum hevur til endamáls at fáa michelin-matstovuna KOKS at halda fram við sínum virksemi frammi við Gjónna. Hesar undirskriftirnar vórðu í dag handaðar Yvirfriðingarnevndini, sum fyrr í summar gjørdi av ikki at leingja loyvið hjá KOKS.
- Saman umboða allar undirskriftirnar ein greiðan vilja um, at KOKS skal fáa loyvi at halda fram eina tíð aftrat frammi við Gjónna, skrivar Høgni Reistrup, stigtakari til innsavningina.
- Á fundinum við Yvirfriðingarnevndina í dag, segði nevndin, at undirskriftirnar verða tiknar við í metingina, sum kann tryggja, at KOKS og ungu starvsfólkini á Michelin-matstovuni kunnu halda fram at bjóða tað besta, Føroyar hava at bjóða, sigur hann.