3.000 uppsagnir hjá SAS

Í enn einari roynd at bjarga felagnum hevur SAS gjørt av, at 3.000 fólk skulu sigast úr starvi Tað er ikki bara starvsfólkatalið, sum verður skert, tí SAS hevbur eisini gjørt av at niðurleggja 10 prosent av teimum stuttu rutunum, samstundis sum tey størru flogførini fækka munandi.

Tað merkir, at samanlagt verða ruturnar skerdar 40 prosent, sigur DR.

Orsøkin til tiltøkini er, at SAS hevði eitt stak vánaligt rakstrarúrslit í fjør við 4,4 milliardum krónum í halli samanborið við 443 milliónir krónur í avlopi í 2007.