Umleið 3.000 fólk, ferðandi og pílagrímar, eru framvegis ikki komin afturíaftur, nú ógvuslig vatnflóð ger um seg har norðuri í India. Tó er ógreitt, hvussu nógv kunnu vera deyð, sigur ein almennur tænastumaður.
Higartil er váttað, at umleið túsund fólk eru deyð, orsakað av ógvusligari vatnflóð, skriðulopi og monsunregni í statinum, Uttarakhand fyri tveimum vikum síðani.
Síðani er tað eydnast indiska herinum at flyta um 100.000 strandað fólk úr statinum, sum við sínum hundutemplum er eitt vælumtókt ferðamál hjá bæði vanligum ferðandi og pílagrímum.