Í gjár var rættiligt gloprarregn í kinesiska Jilin-landspartinum, og tað hevði við sær, at 3.000 tunnur við við eitrandi evni endaðu í ánni Songhua. Tað skrivar almenna tíðindastovan Xinhua. Tunnurnar stava frá einari verksmiðju, og í teimum eru 510 tons av eitrandi evnum.
Myndugleikarnir hava stongt vatnveitingina til ein bý nærhendis, og tað ger, at meiri enn fýra milliónir fólk mugu fáa vatn í fløskum, skrivar blaðið China Daily.
Meiri enn 200 menn royna at fáa tunnurnar upp á turt, og higartil hava teir fingið fatur á umleið 400 tunnum, skrivar Xinhua.