B36 hevur skorað enn einaferð í dystinum í Gundadali ímóti GÍ, og nú er B36 á odda heili 3-0.
Mikkjal Thomasen fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigin hjá GÍ. Hann spældi bandaspæl við Hanus Thorleifsson, áðrenn hann, staddur beint innan fyri brotsteigin, smekkaði til, og bólturin streyk í málið.