3-0 ikki rætta úrslitið

Tað sigur Lars Olsen, sum heldur at føroyska liðið hevur uppiborið betri í kvøld

Eysturríki vann dystin á Tórsvølli 3-0. Føroyska liðið skapti fleiri málmøguleikar, men megnaði ikki fáa bóltin um málstrikuna. Gestirnir úr Eysturríki skaptu ikki so nógv, men fingu hinvegin mál burturúr sínum møguleikum.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Teir spæla seg kanska til ein møguleika, men vit geva teimum fleiri møguleikar. Á hesum stigum verður slíkt revsað umgangandi. Í seinna hálvleiki koma vit heilt upp á hálvuna hjá teimum og vinnar bóltar, men fótbóltur er eitt spælt, sum verður avgjørt frammanfyri málinum. Har vóru teir neyvari enn vit, sigur Lars Olsen og leggur afturat.

 

- 3-0 er ikki rætta úrslitið av hesum dystinum, sigur landsliðsvenjarin.

 

Málini hjá Eysturríki vóru heldur bílig. Ein málmansfeilur frá Gunnari Nielsen, eitt hornaspark og eitt brotsspark.

 

- Eg havi ikki sæð málini umaftur, men tað sær út til, at vit sova í onkrum av støðunum, sigur landsliðsvenjarin, sum tó er nøgdur við gongdina sum heild.

 

- Tað gongur rætta vegin hjá okkum. Vit prógva í seinna hálvleiki, at vit kunnu spæla við, men nú skulu vit eisini blíva betri í avgerandi løtunum, sigur Lars Olsen, sum millum annað fekk góð avrik burturúr Pálli Klettskarð í kvøld.

 

- Tað er deiligt, at so nógvir bjóða seg fram. Vit eru við at koma í eina støðu, har vit hava einar 16 til 17 mans, sum allir kunnu byrja inni. Tað merkir so, at onkur ikki sleppur at byrja inni. Teir eru ikki so glaði fyri tað, men soleiðis fótbóltur. Tað kunnu bara ellivu byrja inni í senn, staðfestur Lars Olsen.

 

Føroyski landsliðsvenjarin er ikki nøgdur við úrtøkuna seinastu tveir dystirnar móti Kasakstan og Eysturríki.

 

- Vit hava fingið eitt stig í hesum báðum dystunum. Eg haldi at vit skuldu havt fingið fýra, sigur Lars Olsen at enda.