2x Signar á Sandi

Leygarkvøldið fáa sandingar og sandoyingar annars høvið at hoyra Signar í Homrum ikki færri enn tvær ferðir, fyrst í Texas og síðan saman við bólkinum Rok í Virkinum.

Signar, ið gjørdist heimskendum í Føroyum við bólkinum Kjølum, hevur seinastu árini verið virkin, sum einstaklingur og í ROK. Í Prix Føroyum í ár, vístu Rok, at teir eisini meistra lagaskriving. Signar spælir í Texas frá kl 21.00 til kl 23.00. Síðan fara Rok at spæla til dans í Virkinum.