Eitt midi-keyboard og ein summarfrítíð kann føra til mangt og hvat. Soleiðis var tað fyri vinmennirnar Arna Holm Carlsen og Edmund Jacobsen, sum í 2020 løgdu lunnar undir eitt tónlistarligt samstarv, sum hvørgin av teimum hevði væntað.
Fyrsta staklagið - “Goodbye” - kom út 3. december, og fleiri løg eru við at verða smíðað liðug.
Í staðin fyri at njóta summarnæturnar í Esbjerg í 2020 - har ið Arni var og vitjaði Edmund - so brúktu teir báðir so at siga allar teir vaknu tímarnar við at skriva løg.
– Vit hava kent hvønn annan, síðani vit vóru tannáringar, men hóast vit báðir hava spælt tónleik hvør í sínum lagi, so hava vit ongantíð áður skriva løg saman, sigur Edmund Jacobsen.
– Brádliga kendist tað bara heilt nattúrligt at skriva løg. Og áðrenn vit vistu av, vóru eini seks, sjey løg skriva eftir fáum døgum, leggur Arni Holm Carlsen afturat.
Teirra tónleika-verkætlan kallast 2SOME. Stílurin kann kanska best lýsast sum ein blanding af amerikonskum westcoast, tilsett eitt sindur av country, poppi og eitt vet av rokki.
Í fyrru helvt av 2021 gjørdu teir báðir av, at nú skuldi okkurt gevast út. Fyrsta staklagið er “Goodbye”, og er at finna á øllum teimum stóru stroymingartænastunum.
2SOME hava hartil skriva undir promotion-sáttmála við Two Associates Production & Entertainment - í dagligari talu bara nevnt T/A/P/E. Í fyrsta umfarið snýr tað seg um at promovera nýggjasta staklagið - og seinni eisini tey komandi løgini, ið 2SOME hevur ætlanir um at geva út komandi mánaðirnar.