Tað er ein vøkstur á 1,7 prosent, sum býtt á kyn er hægri hjá kvinnum. Vøksturin er ikki eins stórur og undanfarin ár, millum annað tí at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins nógv og undanfarin ár.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í mars vóru 29.834 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 498 starvsfólk, ella 1,7 prosent, fleiri enn mars í fjør.
Í mars vóru góðir 15.200 menn og góðar 14.600 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 194, ella 1,3 prosent, fleiri. Kvinnurnar vóru 304, ella 2,1 prosent, fleiri.
Í mars arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki.
Hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg, arbeiða 44 prosent. Góð 62 prosent av kvinnum arbeiða í hesum bólki.
amanumtikið eru 80 prosent av vøkstrinum, 400 persónar, lagdir afturat arbeiðsgevarum, sum eru undir almennum ræði. Hetta er serliga kvinnur, sum vóru 311, ella 3,5 prosent, fleiri í mars í ár samanborið við í fjør. Mótsatt, eru kvinnur vornar sjey færri í tali hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Menn undir almennum ræði vóru 89, ella 2,3 prosent, fleiri. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði vóru teir 105, ella 0,9 prosent, fleiri samanborið við í fjør.
Starvsfólkatalið minkaði mest í vinnugreinini “Framleiðsluvinna”, har tey vóru 115 færri í mars í ár samanborið við mars í fjør. Harumframt minkaði starvsfólkatalið eisini nakað í vinnugreinunum "Flutnings og goymsluvinna" og "Gisting og matstovuvinna".
Gev gætur, at frá februar í 2025 eru starvsfólk í Tórshavnar Kommunu nærri sundugreinað. Eldraøkið í Tórshavnar Kommunu er nú flutt úr vinnugreinini "O Almenn umsiting og verja" yvir í vinnugreinina "Q Heilsu- og almannaverk" í undirbólkin "Q87 Røktarvirksemi á bústovnum". Hetta førir við sær eitt brot í dátunum, sum ger, at hesar nevndu vinnugreinarnar ikki eru sambærligar tvørtur um dátubrotið áðrenn og eftir februar í 2025. Dátubrotið sæst í talvuni niðanfyri við stórari minking í "O Almenn umsiting og verja" og stórum vøksturi í "Q Heilsu- og almannaverk" og "Q.87 Røktarvirksemi á bústovnum". Hesi tøl mugu lesast við fyrivarni.
Stígur komin í vøksturin av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti
Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.
Seinastu árini eru tey, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti, vorðin munandi fleiri í starvsfólkaskaranum. Hesin vøksturin er nú viknaður, sum sæst á grafinum niðanfyri. Í mars vóru góðir 50 persónar ella 2,6 prosent fleiri samanborið við mars í fjør. Til samanberingar var vøksturin 303 persónar ella 18 prosent í mars 2023 í mun til mars 2022.
Meira kann lesast á síðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum.
Broyting í hagtølunum
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.