Virðisbrøv
Virðini í norskum sjómati – fiska-og krabbamati – eru fallin við út við 50% seinastu 12 mánaðirnar. Íleggjarar á børsinum í Oslo hava vent hesi vinnu bakið.
IntraFish skrivar, at partabrævavirðir fyri heilar 29 miljardir norskar krónur soleiðis eru “forduftað” eftir bert einum ári.
10. september í 2007 søgdu íleggjarar, at sjómatur er ein vinna í vøkstri. Potentialið er stórt, og íleggarar eru positivir.
10. september í 2008 siga íleggjarar, at vónirnar til somu vinnu eru munandi minni orsakað av sjúku í alivinnuni og øktum framleiðslukostnaði.
Pappírsvirðini renna út úr feløgunum, sum úr eini opnari nót!
Sambært IntraFish eru virðini av feløgunum, sum framleiða sjómat, soleiðis fallin við 29 miljardum norskum krónum – ella 46,5% - á børsinum í Oslo í eitt ár.
Til samanburðar kann nevnast, at virðini av partabrøvum á børsinum í Oslo annars eru fallin við tilsamans 27% í sama tíðarskeiði.