29 avrættingar vóru framdar í Teheran tíðliga í morgun, tey avrættaðu høvdu fingið dóm fyri morð og narkosmugling.
Bøðlarnir í Eivin-fongslinum í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, hongdu í morgun 29 fólk.
Tey 29 høvdu fingið deyðadóm fyri m.a. narkosmugling, vápnað rán og morð, sigur tann statsrikna tíðindastovan í Teheran.
Hetta er størsta avrætting, í Iran, í fleiri ár.
Tey 29 vórðu hongd kl. 5:10 lokala tíð.
Sambært einum yvirliti, sum franska tíðindastovan AFP hevur gjørt, eru 155 fólk avrættað í Iran higartil í ár.
Amnesty International sigur, at tað er bara eitt land, har fleiri avrættingar eru framdar í ár. Tað er í Kina, har 317 fólk eru avrættaði. - kelda ritzau/AFP










