Minst 29 børn doyðu, tá eldur kom í ein dagstovn í býnum Hermosillo í útnyrðingspartinum av Meksiko Løgreglan sigur, at eldur kom fyrst í eina dekksølu, og at eldurin breiddi seg til dagstovnin, har nógv børn vóru.
Tey 29 børnini, sum doyðu, vóru millum tríggjar mánaðir og tvey ár, og flestu teirra doyðu av roykeitran. Umleið 50 onnur børn vórðu flutt á sjúkrahús.
Hermosillo er einar 2.000 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Meksiko City.