Reiðarin á línuskipinum Sandshavinum, Kristian Martin Petersen í Fuglafirði, hevur í dag lagt hesa frálíku mynd út á Facebook - við hesum orðum:
"Hesir eru nokso herligir. Eftir 289 dagar á havinum í 2016, landa teir síðstu ferð í dag. So fara teir heim at halda jól við hvør sínum jólapakka frá sjómanskvinnuringunum - takk fyri! Gleðilig jól, allir!…"
Ein lesari hevur hesa viðmerking niðan fyri orðini hjá reiðaranum: "Óførir sjógarpar. Hesir byggja land. Gleðilig jól til tykkum allar!…"
Reiðarin, Kristian Martin Petersen, sigur við In.fo í kvøld, at árið hjá Sandshavinum hevur vignast hampiligt, tó ikki so væl sum í 2015.
- Orsøkin er, at vit ongan túr fingu í Grønlandi í ár. Annars líkist hetta árið árinum 2015, og vit fáa eitt lítið avlop í rakstrinum, sigur reiðarin á línuskipinum, Sandshavinum.









