285.000 krónur meiri

SKATTUR Fyrstu 6 mánaðirnir í ár hava víst, at inntøkumetingarnar hjá Sands kommunu fyri árið koma at halda, um gongdin seinna hálvár verður tann sama sum fyrra hálvár.

Sandur: 6,5 mió krónur.

Tað var inntøkan sum kommunan fekk fyrra hálvár í ár. Tey høvdu annars væntað at fáa 6,36 mió krónur inn í skatti.

- Hetta eru umleið 285.000 krónur minni, enn fyri sama tíðarskeið undanfarna ár, verður sagt úr Sands kommunu.

Juli og august mánaður í ár benda kortini á, at úrslitið fyri árið verður nakað betri enn kommunan metti.

Annars gongur afturá við fólkatalinum heima á Sandi. Fyri einum ári síðani búðu 573 fólk her, men í summar var talið komið niður á 549.