284 tilburðir í gjár

Í gjár vóru 284 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

434 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 2.611 smittað við korona, 12 eru innløgd við korona, harav seks eru innløgd vegna korona, og 25 eru deyð við korona í Føroyum.