284 lesandi høvdu í dag fyrsta skúladag á Fróðskaparsetrinum. Í tí sambandi varð skipað fyri felags innleiðslu í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn farið var út á deildirnar, har útbúgvingarnar eru staðsettar. Tað skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni.
Upprunaliga vóru tað 298 umsøkjarar, ið fingu bjóðað lestrarpláss á Setrinum, men tóku øll ikki av til fyrimun fyri onnur.
- Onkur tøk pláss góvu nú ein nýggjan møguleiki hjá umsøkjarum at søkja inn. Hetta broytti myndina nakað og vórðu tað 28 umsøkjarar, sum tá tóku av lestrarplássi. So í dag byrja hesi 284 nýggju lesandi eitt nýtt spennandi kapittul í lívinum, og koma at hava sín gerandisdag á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar Setrið.
Flest næmingar eru upptiknir í B.Ed. (Bachelor of Education) og diplom í námsfrøðiligum arbeiði, B.Ed. (Bachelor of Education) og diplom í undirvísing og B.Sc. í KT-verkfrøði, har 35 næmingar eru í hvørjum árgangi.
Fægst næmingar eru í B.Sc. í havlívfrøði, har fýra nýggir næmingar eru byrjaðir í dag.