284 milliónir í frítíðarløn

Tann 2. mai verða kr. 284.037.233,68 útgoldnar í frítíðarløn. Tað eru 27.533 persónar, sum fáa frítíðarløn í ár, so tað svarar í miðal til kr. 10.316,25 í part, men tað er sjálvandi sera ymiskt hvat fólk fáa í sín part.

Hetta eru tó kr. 24 mió. minni enn í 2009, tá frítíðarlønin var kr. 308 mió.

Av tí at 2. mai er sunnudagur og komandi fríggjadagur er Dýri Biðidagur, verður frítíðarlønin longu á konto seint hóskvøldið 29. apríl.

Tað er TAKS á Tvøroyri, sum hevur umsitingina av frítíðarlønini um hendi.