281 nyttuleysar milliónir

Í Madrid iðra tey seg um, at tað ikki eydnast at vinna kappingina um vertsskapni fyri Olympisku leikunum í 2016. Og minni verður iðranin ikki av, at kampagnan hjá býnum kostaði 281 milliónir. Peningur, sum tó ikki er mistur heilt sambært borgarstjóranum, Alberto Ruiz-Gallardon. Í 2011 gera vit av, um vit ætla at royna at fáa fatur á leikunum í 2020. Og eg eri púrasta vísur í, at Madrid fyrr ella seinni verður vertur, sigur borgarstjórin.