280 springarar í Vági

Leygarkvøldið løgdu 280 springarar beinini í Vági. Springararnir vóru býttir til sunnaru helvt av oynni.Av politistøðini á Tvøroyri verður sagt, at drápið gekk væl, sjálvt um tað var um at gerast myrkt, og flestu springararnir gjørdu landgongd. Nakrir máttu tó dragast inn.