Har var ein øgiligur gangur í høllini hjá Skipafelagnum henda mikumorgunin.
Tað hevði eisini sína orsøk, tí henda morgunin vóru ikki færri enn 280 børn úr øllum landinum savnaði saman til eitt tiltak hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hetta er eitt árligt tiltak ? ein hjálmastevna ? har næmingarnir fáa nógv áhugavert at vita, um hvussu ein kann tryggja seg í ferðsluni. Og eisini frágreiðingar um, hvat ein skal ansa eftir tá ein súkklar, gongur ella stendur á rulluskoytum.
Nógv varð gjørt burturúr skránni, tí tá so nógv børn eru savnaði saman er neyðugt at okkur hendir alla tíðina. Og tað gjørdi tað.
Har var sangur, frágreiðingar, pylsur, súkkling og so ein forkunnug vitjan av Trøllapæturi og Ommuni, sum vóru komin til Havnar í hesum sambandi.
Tað gjørdi tí stóra lukku, tá Omman kom koyrandi inn í høllina á einum trukki, meðan Trøllapætur stóð frammi á gafflinum.
Tá tey so fóru á pallin at undirhalda vóru børnini ? og tey vaksnu ? ordiliga við. Tey sungu, hoppaðu og gjørdu rørslur til sangirnar, júst so sum tey vórðu biðin um.
Eitt endamál við stevnuni er at lata allar næmingarnar fáa hvør sín hjálm. Ein reyðan til genturnar og ein bláan til dreingirnar.
Jú, Ferðslutrygd hevur fatur á einum røttum tráði í hesi hjálmastevnuni. Tí ferðslutrygd er ein góð søk at stríðast fyri. Tey siga, at "hjálmurin er cool". Líkt er til, at børnini halda tað sama.
Og tað man fara at vísa seg, at hetta arbeiðið fer at geva úrslit beinanvegin.