28 tingfólk og 7 landsstýrisfólk stilla upp

Bara fimm av okkara fólkavaldu politikarum á tingi og í landsstýri eru ikki á valevnislistunum til fólkatingsvalið.

Bara fimm av okkara fólkavaldu politikarum á tingi og í landsstýri eru ikki á valevnislistunum til fólkatingsvalið.

 

Tað er stórur áhugi hjá fólkavaldum føroyskum politikarum at sleppa á fólkating. Í øllum førum eru tað 28 av 33 tingfólkum og 7 út av 7 landsstýrisfólkum, sum bjóða seg fram, nú vit skulu velja tey fólk á fólkating.

 

Í Grønlandi, sum eisini velur tvey umboð á fólkating, er áhugin langt frá líka stórur. Har eru higartil bara komin 14 fólk á teir fýra listarnir, sum eru almannakunngjørdir. Har ímillum eru stóru flokkarnir Iinuit Ataqatigiit og Siumut, sum eiga umboðin í dag og sum av øllum verða mett at endurvinna umboðini.

 

Tað eru bara tingfólkini Bjarni Djurholm, Bjørt Samuelsen, Kristin Michelsen, Jóna Mortensen og Kári P. Højgaard, sum ikki bjóða seg fram hesaferð.