Atlantic Petroleum boðar í dag frá einum halli upp á 28,2 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing 2015. Tó hevur felagið enn góðar vónir um, at ársúrslitið verður positivt.
Orsøkin til hallið er minni framleiðsla enn væntað og lágu oljuprísirnir. Framleiðslan fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var 106.000 tunnur av olju, sum svarar til 1.178 tunnur um dagin. Málið var 1.534 tunnur um dagin, ella 138.000 tunnur av olju.









