28 milliónir til flogvøllin

Danska stjórnin og landsstýrið eru samd um at fara í Íleggingargrunnin eftir 28 milliónum krónum afturat til Vága Floghavn.

Pengarnir skulu fyrst og fremst brúkast til tað eyka arbeiði, ið stóðst av at rudda gamalt dynamitt burtur, tá flogvøllurin skuldi leingjast.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur fyrrapartin verið á fundi við danska vinnumálaráðharran, Annette Vilhelmsen, og har kom avtalan uppá pláss. Við á fundinum var eisini føroyski fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale.

Avtalað varð, at danski og føroyski ráðharrin leggja lógaruppskot fyri ávikavist Fólkatingið og Løgtingið um at niðurkapitalisera íleggingargrunnurin fyri Føroyar við 28 milliónum. Lógaruppskot um hetta verða lagt fyri ávikavist Fólkatingi og Løgtingi fyrsta dagin.