28 milliónir fólk hugdu at, tá ið Lance Armstrong greiddi heiminum frá hvussu hann nýtti ólógligan heilivág í samband við Tour De France sigrarnar.
Tað var í sendingini hjá Oprah Winfrey, at tann áður so væl umtóktu súkklarin umsíðir játtaði, at hann í veruleikanum tók ólógligan heilivág - doping - tá ið hann vann Tour De France.
Sjónvarpsstøðin hjá Oprah Winfrey, OWN staðfestir, at yvir 28 milliónir hyggjarar fylgdu sendingini kring heimin. 12.2 milliónir amerikanarar, 15 milliónir úr øðrum londum, og 800.000 fylgdu við á netinum, tá ið 41 ára
gamli Armstrong játtaði sínar syndir.
Samrøðan millum Oprah Winfrey og Lance Armstrong vardi í tveir og ein hálvan tíma.