28 menn funnir deyðir í kolanámi

Turkiskir bjargingarmenn hava funnið líkini av arbeiðsmonnum í einum kolanámi har norðuri í landinum. 30 menn hava verið innistongdir síðani mánadagin, tá ein hørð spreinging var í náminum, og myndugleikarnir siga nú, at 28 teirra eru funnir deyðir.

Leitað verður eftir teimum báðum seinastu monnunum, men vónirnar um at finna teir aftur á lívi eru sera smáar, sigur CNN.

Sagt verður, at 40 arbeiðsmenn vóru 540 metrar inni í náminum, tá spreingingin var. Tíggju vórðu bjargaðir á lívi.

Hetta er tann triðja námsvanlukkan í Turkalandi teir seinastu seks mánaðirnar.