28 fólk uppsøgd á Føroya Tele

Rationalisering, bygnaðarbroytingar og tøkniligur framburður hava við sær, at Føroya Tele sigur 28 fólkum úr starvi sigur fyritøkan í tíðindaskrivi Telemarknaðurin er í støðugari broyting, og Føroya Tele tillagar seg støðugt nýggjum tænastum og betri prísum. Sostatt er neyðugt at laga starvsfólkahópin eftir nýggju avbjóðingunum

Føroya Tele lagar nú fyritøkuna eftir broyttum fortreytum á fjarskiftismarknaðinum og eftir teimum avbjóðingum, ið liggja fyri framman.

Siðbundni fjarskiftismarknaðurin við fastnetstelefon, fartelefon og interneti gongur í móti at verða mettaður, og kappingin økist alsamt. Føroya Tele hevur tí ásannað, at vakstrarmøguleikarnir liggja í samanrenningini ímillum gomlu fjarskiftistøknina og kunningartøknina, sum er í støðugari menning.

Menningin og tøkniligi framburðurin seinnu árini hava gjørt tað møguligt at rationalisera Føroya Tele. Leiðslan hevur tí avgjørt at umleggja partar av virkseminum, og í tí viðfangi er bygnaðurin lutvíst broyttur. Tað er ein sannroynd, at tøkniligi framburðurin hevur tikið yvir uppgávur, sum starvsfólk áður høvdu um hendi. Broytingarnar hava við sær, at Føroya Tele sigur 28 fólkum úr starvi. Talan er í høvuðsheitum um fólk í tænastudeplinum, á roknskapardeildini og á montørøkinum.

Í løtuni eru tvær montørdeildir, sum ávikavist taka sær av innandura og uttandura montørarbeiði. Hesar deildirnar eru nú lagdar saman í eina deild í dótturfelagið FT Net. Alt graviarbeiði verður veitt undirveitarum.

Umleggingar verða eisini framdar í tænastudeplinum, ið eitt nú umsitur telefonavgreiðslu, kundaavgreiðslu við diskin og telefontænastur so sum nummarkall.

Umleggingar verða eisini framdar í tænastudeplinum, ið eitt nú umsitur telefonavgreiðslu, kundaavgreiðslu við diskin og telefontænastur so sum nummarkall. Ein liður í rationaliseringini er, at Føroya Tele útveitir telefontænasturnar til Trygdarfelagið ANSNI millum kl. 18.00 og 08.00 yrkadagar, í vikuskiftum og halgidagar. Harafturat eru avrokning og bókhald løgd saman í eina roknskapardeild.

Føroya Tele arbeiðir á einum virkisøki, sum er í støðugari menning, og sum alsamt broytist. Føroya Tele verður eisini frameftir fremsti televeitari í Føroyum. Fyritøkan mennir áhaldandi nýggjar og betri tænastur bæði til vinnuna og vanliga brúkaran. Partur av menningini er tó eisini at framleiða tænasturnar so bíliga og effektivt sum møguligt.

Starvsfólkahópurin skal soleiðis lagast eftir nýggju tíðini. Føroya Tele takkar teimum 28, sum eru søgd úr starvi, fyri at hava tænt fyritøkuni. Føroya Tele vil hjálpa teimum víðari á yrkisleiðini, og tey fáa tilboð um yrkisráðgeving og sálarfrøðiligan stuðul, um tørvur er á tí.

24 av teimum 28 eru limir í Starvsmannafelagnum, og uppsagnartilgongdin er farin fram eftir ásetingunum í sáttmálanum millum Føroya Tele og Starvsmannafelagið stendur I tiðindskrivinum frá Føroya Tele