28 fólk bjóða seg fram á lista A

23 menn og 5 kvinnur eru á listanum hjá Fólkaflokkinum

Tað verður við neyvt sama tali av valevnum sum fyri fýra árum síðan, at Fólkaflokkurin stillar upp á løgtingsvalinum.

Tá valskráin bleiv lagt fram í dag kunngjørdi Jørgen Niclasen, at tey eru 28 í tali og fegnaðist hann um tað, ið hann metti vera ein fjølbroyttan lista av valevnum, og sipaði til tær ymisku útbúgvingarnar og starvsroyndirnar, ið valevnini hava.

Fjølbroytni haltar kortini, tá talan er um talið av kvinnum á listanum. Av teimum 28 valevnunum, ið blivu nevnd undir framløguni, vóru einans 5 kvinnur. Tær eru Annika Olsen, Rigmor Rasmussen, Ingvør Justinussen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Joan Samuelsen.

Samanborið við fyri fýra árum síðan er talan um eina kvinnur færri, tá 6 út av 28 valevnum hjá flokkinum vóru kvinnur. Tá vóru Annika Olsen, Ingvør Justinussen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Joan Samuelsen, Marin Sigvaldsdóttir Bláberg og Mariann P. Garðalíð á listanum.